Back to All Events

VØKSTUR - Eitt 4 dagars tekniskeið við Jón Sonna Jensen

IMG_1247.jpeg

‘Vit í Føroyum hava eina langa søgu, har blómur og plantuvøkstur sum heild hava inngingið í okkara visuellu mentan. Náttúran hevur altíð fylt nógv í hesi søguni og somuleiðis eisini ein nærmynd av hesum vøkstri. Vit kenna tað kanska serliga aftur í okkara hondarbeiði, í binding og brodering.
Vit hava eisini verið stinn í at skjalfesta okkara vøkstur her á landi, og er hetta nakað av tí eg fegin vil koma inn á. Vit koma eisini at hyggja eftir altjóða siðunum innan hetta evnið, har vit ferðast allan heimin runt, frá Japan til Hollands og nógva aðrastaðni á verðini. Bæði í nútíðini og langt aftur í søguna. Porcelenlist, málningalist, skulpturar, tekningar, og brodering. Listarligt og dokumenterandi’, soleiðis skrivar Jón Sonni Jensen um skeiðið.

Á skeiðnum verður arbeitt við eini breiðari viftu av tilfari og teknikkum: 

  • Blýantar og kol

  • Litblýantar

  • Vatnlitir 

  • Pennar

  • Tussjir

  • Skitsuteknikkur

  • Realisma, naivisma og aðrar stílartir

  • Nær- og fjarmyndir

  • Mynstur

  • Litlæra

  • Kreativitetur

Skeiðið er skipað eitt sindur sum felagsundirvísing, men meginparturin verður ein til ein. Og øll eru vælkomin, roynd sum óroynd.
Skeiðið gongur yvir fýra mánakvøld: 20. maj, 27. maj, 3. juni og 10. juni. Og er frá klokkan 17 til 22. Fartur er við Ternuni kl 16.20 úr Havn og kl 22.20 aftur til Havnar.

Luttøkugjaldið er 2.000 kr. - Við í prísinum er skeiðsluttøka øll fýra kvøldini, tilfar, nátturði frá Gimburlombunum, umframt kaffi og te. Møguleiki verður fyri at keypa sær vín, øl og sodavatn.

Avmarkað pláss er á skeiðnum, so tað er at gera skjótt av við tilmeldingini.

Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost á: gimburlombini@gimburlombini.com - upplýsið navn, telefonnummar og teldupost. Luttøka á skeiðinum er tryggja tá ið luttøkugjaldið er goldið. Tilmeldningin er bindandi.

Vit gleða okkum heilt ótrúliga nógv,

xxx & ooo, Gimburlombini í Nólsoy og Jón Sonni Jensen.


Um Jón Sonna Jensen

IMG_1702.jpg

Jón Sonni Jensen er 30 ára gamal og úr Vestmanna. Hann hevur eina Bachelor útbúgving innan Myndlist - BA (Hons) Fine Art - úr Norwich, Onglandi, har hann las frá 2009-2012.
Síðan tá hevur hann búð í Føroyum og gjørt vart við seg á myndlistaliga, kreativa og grafiska pallinum.

Jón Sonni hevur eina ørgrynnu av royndum. Hann arbeiður sum myndlistamaður, grafikkari og lærari til dagligt, men fevna hansara royndir millum annað um:

  • Myndlist (egið virksemi)

  • Framsýningar (í Føroyum og uttanlanda)

  • Kuratering (m.a. av Várframsýningum og Ólavsøkuframsýning í Listasavni Føroya)

  • Innandurað sniðgeving (Ungdómshús í Vestmanna og Vági, Sirkus í Havn og Blábar í Havn) 

  • Grafiskt snið (grafiskir samleikar, plátuútgávur, búmerkir, lýsingaátøk, ráðstevnur osfr.)

  • Frálæru í myndlist (í Lítlaskúla í Havn)

  • Frálæru í grafikki (á Glasi)

  • Myndprýðing av bókum (barnabøkur, skaldsøgur og yrkingasøvn)

  • Skeiðir (Summarnám í Margarinfabrikkini og Heystfagnaður á Listasavni Føroya)

Vitja heimsíðuna hjá Jón Sonna, og síggj meira á: www.jonsonnijensen.com